Um okkum

24/7 +298 588282

OLYMPUS DIGITAL CAMERA

Norlink Cargo Express er eitt flutningsfelag, sum bjóðar kundum sínum eina hurð til hurð tænastu bæði flogfrakt og sjófrakt. Vit heinta og senda um allan heim, tollavgreiða og koyra vøruna til dyrnar..

Hugsjón

Visión

Við okkara vøruflutningstænastu vilja vit gera lívið lættari og meira ómakaleyst fyri viðskiftafólk okkara. Vit veita skilagóða vørustreymasamskipan (logistikk) – flutningsloysnir við kappingar-fyrimunum, ið okkara viðskiftafólk ikki kunnu vera fyri uttan.

Missión

Norlink Cargo Express er ein vøruflutningsfyritøka, ið veitir bæði standard og skraddaraseymaðar flutningsloysnir, við serkunnleika til loft- og sjóvegis farmaflutning. Norlink Cargo Express vil veita samantvinnaðar flutningsloysnir, sum tryggja bestu góðskuna, besta kappingarførið og úrslitið fyri hvønn einstakan flutning.

Endamál

Okkara kjarnuførleikar og hjartamál fevna um at handfara alla ella partar av virðisketuni so sum:  Útgreining, skjalaavgreiðsla, tolling og avgjaldsáseting, útflutning og intrastatfráboðan, ráðgeving viðv. lógum og reglum í sambandi við inn- og útflutning, heinta og avhenda sendingar, eftirlit við sendingum, verkætlanarleiðsla og samskipan av veitingum – útveiting (outsourcing) av allari vørustreymasamskipanini (logitstikkini), soleiðis at einstaka fyritøkan kann frígeva tíð og orku at savna seg um sínar egnu kjarnuførleikar.

Norlink Cargo Express vendir sær til minni og miðalstórar fyritøkur uttan mun til vinnugrein umframt feløg og stovnar, sum øll virðismeta og hava tørv á eini betri kappingarstøðu við:

  • Álýtandi veitingum
  • Trygd
  • Neyvum loysnum

Norlink Cargo Express vil framhaldandi hava sjálvstøðug starvsfólk við sjálvræði, ið eru errin av at gera mun fyri viðskiftafólk/ samstarvspartnarar okkara, eitt nú við at vera framúr kundavinarlig og hava eina smidliga tilgongd til arbeiðið.

Hugsjónin (snúningsásin) er virðisskapan.  Eitt er at bjóða ta mest tryggu og neyvu loysnina á marknaðinum, annað er at bjóða loysnina á ein varandi hátt, ið svarar til tørvin og ynskini hjá einstaka kundanum. 

Norlink Cargo Express vil framhaldandi hava ein kappingarfyrimun í at vera væl og virðiliga umboðað kring knøttin sum virkin samstarvsfelagi í heimsumfevnandi U-freight samstarvinum.  Harumframt hava vit sterk bond til førandi flogfeløg og reiðarí.