Flogfrakt

Flutningur loftvegis er ein tryggur og skjótur flutningsháttur. Verður nógv nýttur til minni sendingar og til hasti-sendingar. Vit bjóða ymisk sløg av flogfrakt sum vit kalla vanliga flogfrakt, Express flogfrakt  og so Prioritets flogfrakt. 

NSAB (Nordisk Speditørsforbunds Almindelige Bestemmelser)

– Allar uppgávur fara fram í samsvari við NSAB2000
– Vørutrygging, einans eftir serstakari bílegging

Vekt/rúmd lutfall

Eitt kubik (m3) av flogfrakt verður umroknað til 167 kg. Fyrivarni verður tikið fyri støkum mátum. Á nøkrum rutum eru flogfør, ið kunnu avmarka einstøku kolli-støddina. Høvuðsreglan er, at eitt kolli má viga í mesta lagi 250 kg og má í mesta lagi vera H70 cm B130 cm L200 cmm.

Send okkum ein fyrispurning