Flogfrakt

Flutningur loftvegis er ein tryggur og skjótur flutningsháttur. Verður nógv nýttur til minni sendingar og til hasti-sendingar. Vit bjóða ymisk sløg av flogfrakt sum vit kalla vanliga flogfrakt, Express flogfrakt  og so Prioritets flogfrakt.
 
Vekt/rúmd lutfall
Eitt kubik (m3) av flogfrakt verður umroknað til 167 kg. Fyrivarni verður tikið fyri støkum mátum. Á nøkrum rutum eru flogfør, ið kunnu avmarka einstøku kolli-støddina. Høvuðsreglan er, at eitt kolli má viga í mesta lagi 250 kg og má í mesta lagi vera H70 cm B130 cm L200 cmm. 

Um títt kolli er størri og tyngri - RING TIL NORLINK
NSAB (Nordisk Speditørsforbunds Almindelige Bestemmelser)
Allar uppgávur fara fram í samsvari við NSAB2000.
Vørutrygging, einans eftir serstakari bílegging.